Innanlands

Covid-19 stýringin undir sjóneykuna

Løgmansskrivstovan hevur eftirmett Covid-19 kreppuna, við serligum denti á, hvussu stýringin eydnaðist. Millum niðurstøðurnar hjá Løgmansskrivstovuni eru, at stýringin eydnaðist væl, men kortini eru viðurskifti, sum myndugleikar eiga at betra um í sambandi við líknandi kreppur í framtíðini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-09 10:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta hálva árið hevur Løgmansskrivstovan arbeitt við at eftirmeta Covid-19 stýringina í Føroyum. Umframt at skjalfesta, hvat tað var, sum hendi, er endamálið við eftirmetingini at fáa yvirlit yvir, hvussu yvirskipaða stýringin eydnaðist, hvat virkaði væl, og hvat kann gerast betur eina aðru ferð.

Niðurstøðan hjá Løgmansskrivstovuni er, at Føroyar kláraðu seg væl gjøgnum kreppuna samanborið við onnur lond.

Henda niðurstøðan byggir á tríggjar sannroyndir:

  • at lutfalsliga fá fólk lótu lív í Føroyum samanborið við onnur lond
  • at tilmæli og tiltøk ávirkaðu virksemið og gerandislívið í Føroyum væl minni enn í flestu øðrum londum
  • at hugburðurin hjá íbúgvum í Føroyum gjøgnum næstan alla kreppuna var, at Covid-19 tiltøkini vóru hóskandi

Kortini eru viðurskifti, sum myndugleikarnir eiga at kanna gjøllari og møguliga betra um í sambandi við líknandi kreppur í framtíðini, skrivar Løgmansskrivstovan.

Hesi viðurksifti snúgva seg m.a. um avbjóðingar við starvsfólkatrivnaði í ávísum geirum, avbjóðingar sum stungu seg upp orsakað av, at stýrt var við tilmælum, avbjóðingar við tænastum, sum hava at gera við uppaling og umsorgan, og tað at grundarlagið undir ávísum vinnugreinum hvarv undir kreppuni, sum hevði stórar fíggjarligar avleiðingar fyri fólk, ið starvaðust innan hesar vinnugreinar.

Føroyska Covid-19 kreppan, sum vardi í tvey ár frá mars 2020 til februar 2022, kostaði føroyska landskassanum góða hálva milliard krónur í 2020 og 2021.

Í frágreiðingini verður m.a. víst á, at Føroyar høvdu størri kanningarorku samanborið við fólkatalið enn flestu onnur lond, og bleiv hetta avgerandi, tí her bar til at halda fast í eini avbyrg- ingarstrategi, meðan nógv onnur lond steðgaðu við hesum.

Eisini sermerkti tað føroysku stýringina, at stýrt varð við tilmælum heldur enn við lógum. Hesum lata tey flestu av teimum spurdu væl at, tí tilmæli loyvdu einum ávísum smidleika í ítøkiligu handfaringini. Hinvegin kundi tað á summum økjum vera torført at tulka og seta tilmælini í verk. Viðgjørt eigur at verða, um tað er eitt gott hugskot við eini rammulóg til líknandi kreppur í framtíðini, stendur í frágreiðingini.

Hóast stýrt varð í høvuðsheitum við tilmælum, vórðu fleiri lógir gjørdar beinleiðis orsakað av farsóttini. M.a. verður víst á byrjanaravbjóðingar við hjálparpakka 1, sum skuldi gera tað møguligt at rinda lønir hjá heimsendum starvsfólkum.

Á undirvísingarøkinum var størsta avbjóðingin at røkka øllum næmingum og lesandi við fjarundirvísing, og eisini hálaði kreppan teppið undan m.a. ferðavinnuni og listarligum virkseminum. Í ferðavinnuni vóru nógv søgd úr starvi, og innan listaøkið steðgaði alt útinnandi virksemi upp, tí tað bar ikki til at hava framførslur og framsýningar. Tey, sum arbeiddu fulla tíð sum listafólk vóru serliga hart rakt.

Eftirmetingin er gjørd við støði í 36 hoyringarsvarum.

Øll frágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder