Innanlands

Cryptopia 21 - fá innilit í cryptogjaldoyra

Skipað verður fyri ráðstevnu í Føroyum um gjaldoyru so sum Bitcoin og Ethereum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-18 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hósdagin 24. juni verður stór ráðstevna um cryptogjaldoyru hildin í Føroyum. Ráðstevnan hevur fingið heitið Cryptopia 21, og er fyrsta av sínum slag í Føroyum. Sum navnið leggur upp til, er ætlanin at henda ráðstevna skal vera afturvendandi á hvørjum ári.

Endmálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á teir mongu møguleikarnar við tøknini handan kend cryptogjaldoyru, sum Bitcoin og Ethereum. Luttakarar á ráðstevnuni koma at hoyra um blockchain, decentralized finance (eisini kallað DeFi) og annað, ið hevur vunnið seg fram í cryptoheiminum seinastu árini.

Skráin verður snikkað saman í hesum døgum, men longu nú er skráin við at taka skap. Higartil er eydnast at fáa ein av fremstu serfrøðingunum úr Danmark at koma til Føroyar, og saman við honum kemur professari í teldufrøði at greiða frá hesum áhugaverda evni. Talan er um danan Nicolai Pedersen og Qin Xin.

Nicolai Pedersen er útbúgvin cand.it., og hevur drúgvar í donsku fíggjar- og KT vinnuni. Hann hevur seinastu árini arbeitt við nøkrum av heimsins størstu blockchain fyritøkum. Eisini kann nevnast, at Nicolai er European Blockchain Center fellow.

Qin Xin starvast á Fróðskaparsetri Føroya, har hann millum annað granskar í formgeving av algoritmum til tráðleys dátusamskiftiskervi og nýtslu innan dátuviðgerð av lívfrøðiligum dátum – tað sum á enskum verður rópt 'bioinformatics'. Qin Xin hevur í nógv ár havt fingurin á pulsinum í samband við blockchain, og hevur hann sera nógva vitan um hetta evni.

Ráðstevnan verður hildin á Hotel Garden Inn í Tórshavn tann 24. juni. Meira um ráðstevnuna her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder