Mentan

Da Sjúka flutt til Bacalao

Tað verður einki summarveður í morgin, og tí er tiltakið Da Sjúka flutt inn í Bacalao

2022-06-17 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit fáa ikki summarveður leygardagin, tí flyta vit Da Sjúka inn í Bacalao, har tað er turt og gott veður 365 dagar um árið.

Á Bacalao fært tú eina stóra og flotta skatepark, sum er perfekt til skateboard og BMX. Og sum altíð, so skalt tú bara taka teg sjálvan við, tí skateboard, súkklur og trygdarútgerð er á staðnum.

Tað vera eisini útlendskir gestir á Bacalao. Filip Jakubiec og Eryk Obtułowicz úr Pólandi eru professionellir íðkarar innan skateboard og BMX, meðan Marcus Grandjean úr Danmark er professionellur parkour íðkari. Teir tríggir fara at vísa síni kynstir og læra frá sær.

Guerilla Pop Up syrgja fyri ókeypis street food. Og fyri, at tað ikki skal vera lygn, so hevur Havnar Klintrifelag eisini játtað at vera við. So nú sleppur tú eisini at royna teg sum klintrara á klintriveggunum á Bacalao. RC Felagið hevur eisini meldað út, at tey fegin lata dyrnar upp fyri teirra heilt serliga universi við fjarstýrdum akførum. Og sum drússið á kramarísinum, so verður føroyskt hondgjørdur ísur úr staðbundnum ráðvørum eisini á staðnum.

Alt hetta kanst tú uppliva á Bacalao á Vestara Bryggju 13 millum kl. 14 og 19. Og so verður tann stóra finalan í Perluni í Tórsgøtu klokkan 22, har 200, RSP og Jurghinn syrgja fyri einum braki av eini konsert.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder