Týsdagin 1. september var ein serligur dagur hjá Bíbluskúlanum Kelduni (BSK), tá skúlin fyri fyrstu ferð byrjaði sum dagskúli við undirvísing fyrrapartar frá september til mai.
Henda morgun varð byrjað við einari hátíðarligari løtu í Kelduni. Búgvi V. Olsen, skúlaleiðari, greiddi frá skúlanum og undirvísingini, og næmingarnir fingu høvi at hitta lærararnar og hvønn annan. Eftir hátíðarløtuna var hugnaløta fyri næmingum, lærarum og øðrum.
Búgvi vísti á, at hetta er ein serligur dagur fyri øll, sum varða av skúlanum. Í fleiri enn fimm ár hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti hesum degi, og hann takkaði hjartaliga teimum 15 næmingunum, sum eru í aldrinum 20-70 ár, fyri at koma á skúlan.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, var eisini við til hátíðarløtuna og bar fram røðu. Hann fegnaðist um, at Bíbluskúlin Keldan gongur nýggjar leiðir og víðkar um virksemið, og um møguleikan hjá næmingum at læra meira um Bíbliuna og leggja eitt gott grundarlag fyri lívið.
Landsstýrismaðurin ynskti at enda leiðslu, lærarum og øllum næmingunum alt tað besta við hesum nýggja kapitlinum og Guds signing við skúlanum.
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.
Kunning um BSK sæst her
Bíbliuskúlin Keldan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald