Innanlands

Dagføra elkervið í Norðurøkinum

Klaksvík: Grava fyri elkaðalum frá verkinum á Strond og heim gjøgnum býin og til Norðoyatunnilin

2019-09-13 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Virksemið í Norðurøkinum veksur, og hetta setir krøv til elkervið hja SEV. Hetta førir millum annað við sær, at SEV nú grevur fyri elkaðalum frá verkinum á Strond ígjøgnum Klaksvík og til Norðoyatunnilin.

Mánadagin verður grivið á Garðavegi og suður til Fjósabrekku. Gravast skulu 300 metrar, og væntandi fer arbeiðið at vara í uml. 5 vikur.

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Føroya Tele. Føroya Tele fer at leggja fipurkaðal í Garðaveg, umframt at Klaksvíkar kommuna fer gera rørarbeiði og vatnfrárensl.

Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder