Innanlands

Dagføra kloakkvirðurskifti til 63 hús og bygningar í Klaksvík

Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt seinni í ár

2021-03-31 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at betra um spillivatnsskipanina og kloakkviðurskiftini við Heygavegin í Klaksvík, er vorðið meira umfatandi enn áður mett. Arbeiðstøkan, sum umfatar 63 bygningar, er deild upp í fimm økir, sum eftir ætlan verður liðugt seinni í ár, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Tá arbeiðið fór í gongd í november, sást, at verandi spillvatn- og kloakkskipan var sera slitin. Eisini var vegurin og undirlagið undir vegnum í sera ringum standi, umframt at partar av undirlagnum innihelt mógv, sum nú er grivið upp og burturbeint.

- Arbeiðið hevur verið umfatandi og kravt neyva samskipan, har bæði kommunan, SEV og Føroya Tele hava gjørt ymiskt arbeiði. Harumframt er arbeiðið eisini seinka av nógva kavanum sum lá í januar og februar, sigur Kristoffur Olsen, leiðari á kloakk og Vegadeildini.

Hetta merkir, at øll breiddin av vegnum verður bygd upp av nýggjum, og nýggir vegbrunnar lagdir í. Nú er arbeiðið í sjálvum vegkassanum um at vera liðugt, og roknað verður við, at klárt verður at asfaltera fyrstu 100 metrarnar eftir páskir, umframt at nýggir kantsteinar skulu leggjast.

Nú tað skjótt verður koyrandi eftir Heygavegnum aftur, so er kloakkarbeiðið í økinum ikki heilt liðugt enn. Tá verandi arbeiðið er liðugt, verður tað eftir ætlan hildið áfram við kloakkskipanini á Eiðinum, sum helst er eins gomul sum tann á Heygavegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder