Innanlands

Dagførd spillvatnsætlan samtykt á býráðsfundi

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at dagføra spillvatnsætlanina hjá Vágs kommunu. Nøgdin av spillvatni verður nú leidd út á fjørðin

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2020-12-16 07:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at dagføra spillvatnsætlanina hjá Vágs kommunu – hetta seinasta árið við HMP Consult sum ráðgeva. Á býráðsfundinum mánakvøldið varð dagførda spillvatnsætlanin samtykt og verður nú send til Umhvørvisstovuna til góðkenningar.

Høvuðsmunurin á gomlu spillvatnsætlanini og dagførdu spillvatnsætlanin er, at farið verður burtur frá einari skipan, har pumpubrunnar kring um í kommununi skuldu savna upp spillvatn, sum so skuldi pumpast vestur á Vágseiði – til eina skipan, har tann lítla nøgdin av spillvatni, sum kemur frá húsarhaldum, virkjum, fyritøkum og stovnum í kommununi, í rørum verður leidd út á fjørðin, í økir har góð útskifting er á fjørðinum.

Flóð og fjøra ger, at útskiftingin á fjørðinum innanfyri grótkastið hvørt samdøgur er umleið 1,1 mió. m3, afturat hesum kemur regnvatnsmongdin, sum í miðal er umleið 10.300 m3 um samdøgrið. Hendan útskiftingin skal setast upp ímóti at samlaða spillvatnsmongdin frá húsarhaldum, virkjum, fyritøkum og stovnum, sum er 200-250 m3 um samdøgrið. Við øðrum orðum er talan um evarska lítlar nøgdir av spillvatni í mun til útskiftingina á fjørðinum.

Á býráðsfundinum greiddi Dennis Holm, borgarstjóri, frá, at talan var um tilgongd, sum hevur verið ígongd seinastu árini, har eitt av høvuðsendamálunum – umframt at hava eina góðkenda spillvatnsætlan – var at fáa eina dagførda spillvatnsætlan, sum kundi gjøgnumførast fíggjarligt innan ávíst áramál.

Gamla spillvatnsætlan var samansett við rørskipanum, sum kravdi, at gongubreytir og vegir kring um í kommununi skuldu gravast upp, tí nýggj spillvatnsrør skuldi leggjast, samstundis sum at 13 pumpubrunnar við tveimum pumpum í hvørjum brunni skuldu setast upp og pumpa spillvatn úr einum økið í kommununi til annað, fyri síðani at enda vesturi á Vágseiði.

Gamla spillvatnsætlanin hevði í tilfari og arbeiðsløn helst kostað væl omanfyri 20 mió. kr., umframt at raksturin av 13 pumpubrunnum hevði ført við sær el-kostnað í 100-túsund klassanum um árið.

Dagførda spillvatnsætlanin brúkar verandi rørleiðingar, sum skulu leiðast út á fjørðin, út í økir har góð útskifting er. Farið verður sostatt heilt burtur frá pumpubrunnum og steðgað verður við at pumpa spillvatn vestur á Vágseiðið, og merkir hetta eisini, at tað slepst undan rakstrarkostnaði av pumpum.

Dagførda spillvatnsætlanin er mett at kosta 7-8 mió. kr. ella eini 15 mió. kr. minni enn gamla spillvatnsætlanin og hevur sum nevnt ongan el-kostnað av pumpum.

Í tíðarætlanini, sum varð samtykt av býráðnum mánakvøldið, er ætlandi komið á mál við spillvatnsætlanin hjá Vágs kommunu við árslok 2025.

Spillvatnsætlanin, sum varð einmælt góðkend á býráðsfundinum, verður nú send Umhvørvisstovuni til góðkenningar.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder