
Tað var í 2019 at Føroyar yvirtóku kortleggingina á landi. Nýggjasta kortið tá var fjórða útgávan (Útgáva 4.0) av topografiska kortinum, sum var framleidd av SDFE (Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering) í Danmark úr fylgisveinamyndum frá 2015. Kortið var einans talgilt og ikki prentað í lutfallinum 1:20.000, sum áður hevur verið vanligt við eldri útgávunum.
Seinastu mánaðirnar hevur Umhvørvisstovan arbeitt við at betra um og dagføra kortið, sum nú er útkomið í útgávu 4.8.
Fyri at gera tað lættari at síggja ymisku upplýsingarnar á kortinum, so sum staðarnøvn og lendissløg, er sniðið eisini broytt. Teknlýsing sæst her.
Ætlanin við nýggja sniðinum er eisini at fáa kortið at virka meira dynamiskt á netinum, so kortið kann vísast í ymsum støddum.
Her eru nøkur dømi um broytingar, sum higartil eru gjørdar:
- Varðar og hagagøtur eru nú við á kortinum
- Hamrar og gjáir eru nú við á kortinum
- Bygningar verða nú støðugt dagførdir úr bygningsskránni hjá Umhvørvisstovuni
- Vegir verða nú støðugt dagførdir úr vegaskránni hjá Umhvørvisstovuni eins og nýggj flokking er gjørd
- Vindmyllur og luftleiðingar verða nú heintaðar frá dagførdum keldum
- Tyrlupallar eru dagførdir
Arbeitt verður framhaldandi við at betra og dagføra kortið.
Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald