Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt at leingja og hækka játtanina til at dagføra verandi vardar bústaðir. Lógin varð upprunaliga samtykt í 2020, og endamálið er at bøta um umstøðurnar á verandi bústovnum.
Síðani lógin varð samtykt er væl fingið burtur úr, serliga havandi í huga, at prísirnir eru munandi hækkaðir, eftir at lógin varð samtykt. Til samans eru 9 nýggj búpláss útvegað, samstundis sum fleiri av verandi bústovnum eru dagførdir í mun til brunakrøv, atkomu, ljóð, ljós, ventilatión o.a.
Tað er framhaldandi tørvur á at dagføra nakrar av verandi bústovnum. Tað snýr seg serliga um at betra um brunatrygdina, atkomuviðurskiftini, trygd, orku, inniklima o.a. Harumframt er ætlanin at brúka játtanina til aðrar fyriskipanir heimilaðar í lógini um almannatrygd og tænastur, eitt nú til hjálp í sambandi við harðskap.
Løgtingslógin er nú longd fram til 31. desember 2027 og fíggjarkarmurin hækkaður við 8,5 milliónum krónum til tess at halda fram við at dagføra verandi bústovnar.
Tíðindaskriv frá Almannamálaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald