Innanlands

Dagføringar gjørdar á læknamiðstøðini og í skúlunum

 Móti ársenda 2019 vórðu stórar ábøtur gjørdar á læknamiðstøðini og í lærarastovurnar í Tvøroyrar-  og Trongisvágs Skúla.

Lærarastovan (Mynd: tvk.fo)

Lærarastovan (Mynd: tvk.fo)

2020-01-15 17:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Læknamiðstøðin hevur trongt til eina bøtandi hond í eina tíð, og í fjør varð so skjøtil settur á tað arbeiðið. Arbeiðið er ikki liðugt enn, men fitt er komið av skafti. Nýtt gólv er lagt á í gonginum og bíðirúminum. Eina bíðirúmið er gjørt um til køk/spísihøli til starvsfólkið og har er alt gjørt av nýggjum. Hølini eru í dag ljós og innbjóðandi og er hetta ein liður í at fáa øll hølini í læknamiðstøðini dagførd.

Lærarastovan á Tvøroyri er so gott sum heilt nýggj, og var hetta tiltrongt. Nýtt gólv er lagt á, nýggjur køkur er settur upp, lærararnir hava fingið egin skáp og alt inventar er skift út. Lærarastovan er í dag nútíðarhóskandi og ljós og litir geva eina heilt aðra uppliving av hølinum. Lærararnir lata sera væl at hølunum. Eisini í skúlanum í Trongisvági eru stórar ábøtur gjørdar. M.a. er nýggjur køkur settur upp.

Fleiri myndir á Facebook-síðuni

Tvøroyar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder