Innanlands

Dagstovnaeindin á Húsum fekk navnið Blómugarður

Móttøka hevur verið á fyrsta dagstovninum í Kalsoynni, har navnið varð avdúkað. Hetta varð valt eftir navnakapping, sum Gudrun Bláskor vann

- Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna. Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman. (Mynd: klaksvik.fo)

- Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna. Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman. (Mynd: klaksvik.fo)

2024-06-19 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna. Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman.

Soleiðis grundgevur Gudrun Bláskor fyri sínum uppskoti, sum vann kappingina um navn til nýggju dagstovnaeindina á Húsum.

Væl av fólki úr øllum pørtum av Kalsoynni møttu til móttøkuna í nýggju dagstovnaeindini á Húsum mánadagin, har nýggja navnið varð avdúkað. Hetta skrivar klaksvik.fo.

Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung hjá Klaksvíkar kommunu, helt røðu og handaði vinnaranum av navnakappingini, Gudrun Bláskor, blómutyssi og virðislønina, sum var ein kekkur á 3.000 krónur.

Í røðu síni legði hann dent á, at henda nýggja dagstovnaeindin í Kalsoynni ikki bert skal verða karmur um gerandisdagin hjá børnunum, men eisini ein blómandi miðdepil fyri felagsskapi, læring og menning.

- Bygningurin, sum nú hýsir dagstovninum, hevur eina drúgva søgu við nógvum virksemi. Húsið her – upprunaliga kallað “í Køkinum” – hevur verið eitt samlingsstað fyri ættarlið á Húsum(...) Seinnu nógvu áratíggjuni hevur hetta húsið verið kallað “lærarahúsini”, og síðani Bygdarfelagið Sigursglæman keypti tey frá kommununi fyrst í 90’unum hevur húsið verið nevnt “bygdarhúsið”.

[object Object]
Eyðstein Poulsen, sum eisini er partur av nenvdini í KÍ, helt røðu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mynd: klaksvik.fo

Navnakappingin fekk góða undirtøku
Tá freistin at luttaka var úti, vóru heili 19 uppskot komin inn til dómsnevndina. Nevndin var mannað við umboðum fyri bygdarfelagið Sigursglæman, staðbundnu, nevndini á Húsum, starvsfólk á dagstovnaeindini og tvey umboð fyri Klaksvíkar kommunu. Formaðuri í trivnaðarnevndini børn og ung bar fram eina tøkk til øll, ið luttóku og góvu sítt íkast til kjakið um navnið til stovnin.

Hugaligt við nógvum uppskotum, og sigur tað kanska ikki so lítið um týdningin av hesum stovni, segði Eyðstein Poulsen, áðrenn hann avdúkaði, at Gudrun Bláskor átti vinnandi uppskotið, og at navnið á nýggju dagstovna-eindini á Húsum er “Blómugarður”.

- Navnið er ikki tilvildarliga valt, men speglar eina siðvenju í okkara kommunu, har fleiri dagstovnar bera nøvn, ið minna okkum á vakurleikan í náttúruni og lívsins gongd.Fyrri liður í navninum ímyndar vøkstur, fjølbroytni og vakurleika – júst sum teir eginleikar, vit síggja í okkara børnum og ynskja at nøra í teirra uppvøkstri. Seinni liður í navninum kann í nógvar mátar knýtast til bygdalív og útoyggjar.

Til ber at lesa alla røðuna á klaksvik.fo

[object Object]
Mynd: klaksvik.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder