Innanlands

Dagstovnurin á Hamrinum verður útbygdur fyri yvir 50 milliónir

Við hesum koma beint undir 100 dagstovnapláss afturat á Argjum, áðrenn 2024 er farið afturum. Tað er Búsetur, ið skal standa fyri arbeiðnum.

2022-11-24 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna og P/f Búsetur hava skrivað undir arbeiðstøkusáttmála um stóra útbygging av Dagstovninum á Hamrinum.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínari í dag.

- Fólkatalið á Argjum er í stórum vøkstri, og á Argjahamri fer fram nýggj stór útstykking. Kommununi tørvar eisini fleiri nýggj dagstovnapláss, og við hesi útbyggingini av Dagstovninum á Hamrinum koma umleið 96 dagstovnapláss aftrat.

Tağ var eisini Búsetur, sum bygdi verandi stovn afturi í 2003-04. Tað var Palle Gregoriussen, sum teknaði bygningin, og eyğkendi byggilistarligi stílur hansara sæst eisini aftur í nýggju byggingini, skrivar torshavn.fo

Prísurin fyri útbyggingina er nakað yvir 50 milliónir. Tórshavnar kommuna væntar, at útbyggingin er liðug á heysti 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder