Mentan

Dagur og vika leitar eftir góðu søguni í Suðuroynni

Suðuroyggin er eftir øllum at døma annað enn neyðarróp. Millum annað er fólkavøkstur í Sumba

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-01-12 09:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Suðuroyggin er meira og annað enn minkandi fólkatal og vaksandi arbeiðsloysi. Dagur & vika var í gjár í oynni og leitaði eftir góðu søguni.

Og góða søgan varð millum annað funnin í Sumba, har fólkavøkstur er og barnafamiljur flyta til. Hetta kendi Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, eisini aftur í sínari heimbygd.

Ferðavinnan er eisini vaksandi í oynni, sigur Theresa T. Kreutzmann, sum arbeiðir við ferðavinnuni í Suðuroynni. Nógvu ferðafólkini, sum koma til Føroya leita sær eisini til Suðuroyar, sigur hon.

Síggj positivu Dag & viku-sendingina um Suðuroynna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder