Innanlands

Dalstunnilin klárur til almenna ferðslu

Hátíðarhald verður leygardagin klokkan 14 í sambandi við at tunnilin verður tikin í nýtslu

(Myndir: Landsverk)

(Myndir: Landsverk)

2026-07-15 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tunnilin úr Húsavík til Dals er um at verða liðugur, og arbeiðið hevur gingið sera væl. Tunnilstoymið hjá Landsverk hevur arbeitt støðugt við tunlinum svarandi til árligu játtanina til verkætlanina. Tunnilin er mettur at kosta umleið 180 milliónir krónur og er 2.219 metrar langur, 8 metrar breiður og hevur 3.250 metrar av vegi.

Fyrsti tunnil sum Landsverk hevur bygt í 20 ár

Hetta er fyrstu ferð síðani Gásadalstunnilin í 2006, at Landsverk hevur gjørt ein tunnil – og ikki bara verið byggiharri, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Arbeiðið hevur gingið væl, kostnaðurin hevur verið sera lágur samanborið við aðrar tunnilsverkætlanir, har Landsverk er byggiharri, og samstarvið við privatar veitarar hevur verið gott. Hóast Landsverk hevur verið høvuðsarbeiðstakari, er tað keypt tilfar og tænastur frá privatum veitarum, fyri tveir triðingar av samlaða kostnaðinum fyri verkætlanina.

[object Object]

Ein av politisku fyrimununum við at byggja eftir hesum leisti er, at Landsverk hevur tillagað arbeiðið til tøku játtanina árliga, ið hevur gjørt tað lættari at finna pengar til verkætlanina á Fíggjarlógini, samstundis sum rúm hevur verið fyri øðrum verkætlanum og raðfestingum. Lága árliga játtanin til Dalstunnilin hevur viðført, at arbeiðið hevur drigið út, men við einari hægri játtan, kann tað gerast enn skjótari og eisini til ein lægri meturprís.

Dalbingar og vitjandi fáa eina tryggari og styttri farleið

Tunnilin er 2.219 metrar til longdar, og í løtuni verður síðsta hond løgd á tunnilin, sum er klárur til almenna ferðslu leygardagin. Tá verður gamli vegurin, sum ikki er tryggur longur, avloystur av nýggja tunlinum, og Landsverk fer at frámæla óneyðuga ferðslu á gamla vegnum.

Hátíðarhald verður leygardagin klokkan 14 við tunnilsmunnan í Dali. Klokkan 13.20 skipa Bragdið og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfeløg fyri renning, súkkling ella gongutúri gjøgnum tunnilin úr Húsavík til Dals. Síðani verður ábit í Dali aftaná. 

Meira um upplatingarhátíðarhaldið og praktiskir upplýsingar eru at síggja á heimasíðuni hjá Landsverki

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder