Innanlands

Dalstunnilin letur upp 18. juli

Hátíðarhald verður í sambandi við at nýggi tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2026-07-10 10:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 18. juli kl. 14 verður hátíðarhald í sambandi við, at nýggi Dalstunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Talan er um eina verkætlan við nýggjum tvísporaðaðum tunli á 2219 metrar, umframt atkomuvegur í Húsavík og breiðkan av vegum og stórt parkeringsøki í Dali.

Landsstýrismaðurin í vinnu- og samferðslumálum Jacob Vestergaard fer at halda røðu, umframt Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu. Havnar hornorkestur spælir.

Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14.30, verður tunnilin í stigum latin upp fyri almennari ferðslu og bjóðar Landsverk saman við Húsavíkar kommunu øllum til drekkamunn og hugna niðri í bygdini í Dali.

Áðrenn hátíðarhaldið verður, í samstarvi við Bragdið (felag fyri frælsan ítrótt) og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin úr Húsavík. Gongd, renning og súkkling byrjar kl. 13.20 við tunnilsmunnan í Húsavík. Upphiting er 10 min. áðrenn og er ikki neyðugt við tilmelding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder