Dalstunnilin verður væntandi liðugur í 2026. Tað skrivar Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Jóhannis Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, í grein 52 fyrispurningi.
Tingmaðurin spurdi hvussu tað gekk við arbeiðinum við Dalstunlinum, og um tíðarætlanin heldur.
Landsstýrismaðurin sigur, at arbeiðið hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið varð latið av 5. november 2020 og tunnilin varð skotin í gjøgnum 9. november 2023.
Ymisk arbeiði eru síðani gjørd í tunlinum, og arbeitt hevur verið við at breiðka vegir í Dali og í Húsavík við alvopsgróti frá tunlinum. Miðað verður eftir, at tunnilin verður liðugt tryggjaður í 2024, at portalarnir verða gjørdir, og at partar av vegunum uttan fyri tunnilin verða endaliga lidnir, sigur Dennis Holm.
Ætlanin er at gera vegirnar í tunlinum í 2025 og 2026, og at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós í 2026. Í løtuni er ein partur av arbeiðinum inni í tunlinum nakað seinkað, tí tað hevur verið neyðugt at lýsa eftir nýggjum starvsfólkum til tunnilsarbeiðið.
Tunnilin verður væntandi liðugur í 2026, men tað er treytað av játtan, og at arbeiðið gongur, sum tað skal. Í ár eru 25 mió. kr. játtaðar til verkætlanina, og eftir verandi íløguætlan verða 35 mió. kr. játtaðar í 2025 og at enda 30 mió. kr. í 2026, sum skuldi verið nóg mikið, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.
Fyrsta skotið fyri Dalstunlinum 5. november 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald