Í morgun bórust boðini um, at enska sangarinnan, Dame Vera Lynn, er deyð, 103 ára gomul.
Vera Lynne gjørdist ein savnandi depil undir seinna heimsbardaga, tá hon ferðaðist til bretsku herdeildirnar og helt mótið uppi á stríðandi monnunum við sínum væl umtóktu sangum, ikki minst ”We’ll meet Again”. ”The Force’s Sweetheart” varð hon rópt.
Hon var fødd Vera Margaret Welch 20. mars 1917 í London býarpartinum East Ham. Pápi hennara var rørsmiður.
Á ungum árum gjørdist greitt at hon hevði góðar sanggávur, og sum sjey ára gomul byrjaði hon at upptraðka við sínum sangi. Sum 11 ára gomul livdi hon av at singa.
Hon valdi at kalla seg Vera Lynn tá hon var á palli – eftirnavnið lænti hon frá ommu síni.
Les eisini: Vera Lynn 100 ár og úti við nýggjari plátu
Les eisini: Vit koma ígjøgnum hetta um vit standa saman og eru støðuføst
Soleiðis ljóðaði tað, tá tíðindini um deyða Veru Lynn bórust á BBC í morgun. Her verður eisini tikið samanum litríka lívið hjá ensku sangarinnuni:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald