Innanlands

Dan Djurhuus nýggjur fíggjarleiðari á Strandferðsluni

44 ára gamli Dan Djurhuus hevru seinasta hálva árið verið virkandi fíggjarleiðari

(Mynd: ssl.fo)

(Mynd: ssl.fo)

2022-12-08 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dan Djurhuus er settur sum nýggjur fíggjarleiðari hjá Strandferðsluni, boðar Strandferðslan frá í tíðindaskrivi í dag.

Dan er 44 ára gamal, ættaður úr og búsitandi í Vági. Hann er upprunaliga bankalærdur í Bank Nordik og starvaðist í mong ár sum vinnukundaráðgevi í bankanum. Umframt bankaatstøðina hevur Dan staðið HD 1 og HD 2 í fíggjarligari ráðgeving. Hann hevur eisini royndir sum virkin eigari í vinnuligum virksemi.

Síðani í fjør hevur hann verið kontrollari á Fíggjardeildini hjá Strandferðsluni ,og seinasta hálva árið hevur hann verið virkandi fíggjarleiðari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder