Mentan

Dan Olsen við nýggjum videolagi úr London

Argjamaðurin hevur sjálvur skrivað "I Would Like to Get to Know You", sum er tólvti sangurin, hann gevur út í 2024

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-25 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur Dánjal Rói Olsen búð í London, har hann er ógvuliga virkin sum tónleikari. Føroyingurin nýtir Dan Olsen listafólkanavn.

Nú 34-ára gamli argjamaðurin arbeiðir vanligt saman við tónasmiðum, sum hava samstarva við millum annað Ed Sheeran, Liam Gallagher og Celine Dion.

Eisini hevur Dan samstarvað við ljóðblandaran Fernando Reyes úr Miami í ár. Hann hevur áður ljóðblandað fyri Aerosmith, The Rolling Stones og Bon Jovi.

Nýggjasta lagið hjá Dan Olsen, sum nú er komið út sum videolag, eitur "I Would Like to Get to Know You". Júst hetta lagið hevur føroyngurin skrivað einsamallur.

- Lagið sjálvt er eitt av mínum meira akustiskt kendu løgum, har eg fari aftur til mítt upprunaliga ljóð og byrjanina til mín song og sangskriving, ið hevði stóran íblástur frá sangarum sum Jack Johnson.

Soleiðis greiðir Dan Olsen sjálvur frá. Íblásturin til romantiska tekstin kemur frá "dating" lívinum í London. 

Talan er um tólvta sangin, sum Dan Olsen gevur út í 2024. Hann kann hoyrast ovast í greinini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder