Í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna, verða sjey føroysk nøvn løgd afturat skránni hjá G! hesa vikuna. Tað fyrsta navnið, sum varð kunngjørt í morgun, er Dania O. Tausen.
– Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O. Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini. Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hetta arbeiðssama fjøllistafólki av Toftum.
– Tí er tað heldur einki løgið, at júst Dania O. Tausen hevur flest FMA tilnevningar í ár. Hon er tilnevnd tvær ferðir fyri ársins útgávu, sum einstaklingur og í Aggrasoppum, fyri ársins lag og fyri ársins myndlistarliga samleika, skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi.
– Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til føroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum øll kunnu kenna seg aftur í.
Vit gleða okkum at uppliva tað tú helst kanst nevna ársins listafólk, Daniu O. Tausen, á G!
Onnur føroysk nøvn, sum G! hevur kunngjørt higartil, eru Einangran, Knút og Eivør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald