Mentan

Dania O. Tausen í Havnar kirkju

Í sambandi við Vetrarjazz, verður matiné í Havnar kirkju leygardagin 29. januar

2022-01-28 21:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Vetrarjazz festivalin verður matiné í Havnar kirkju í morgin, leygardagin 29. januar klokkan 11.30.

Tað er Dania O. Tausen, sum fer at syngja saman við trimum tónleikarum.

Dania hevur seinastu árini verið sera virkin innan føroyska mentunarlívið bæði innan sanglist, yrking og film. Hon hevur givið út fløguna “Gonguteigatúnatos”, yrkingarsavnið “Skál” og hevði eisini ein høvuðsleiklut í filminum við sama navni. Filmurin fekk sera góð ummæli og hevur vunnið fleiri heiðurslønir.

Sum navnið á fløguni “Gonguteigatúnatos” vísir, so syngur Dania í sangum sínum ofta um ting, sum fyri flest øll eru dagligdags og viðkomandi. Til dømis lýsir hon í sanginum “Heim” hvat fyri henni hugtakið “Heim” merkir og fevnir um.

Til matinéina leygardagin spælir Benjamin Djurhuus gittar, Torleik Mortensen spælir bass, og Harald Fonsdal Johannesen spælir trummur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder