Mentan

Dania O. Tausen og Ragnar Finsson við nýggjum staklagi

“kanst tú fylgja mær” snýr seg at syrgja gomul vinarløg, sum ikki eru til longur og at romantisera tankan um ein síðsta gongutúr heim úr skúlanum við viðkomandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-11 20:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dania O. Tausen og Ragnar Finsson geva í dag út nýtt staklag.

Lagið, ið ber heitið "kanst tú fylgja mær", snýr seg um at syrgja gomul vinarløg, sum ikki eru til longur, og at romantisera tankan um ein síðsta gongutúr heim úr skúlanum við viðkomandi, greiðir Dania O. Tausen frá.

– Í videolagnum taki eg tykkum við mær á gongutúrin heim úr skúlanum á Toftum, sum eg havi gingið fleiri 100 ferðir. Eg eri heppin at tað tilvildarliga var so gott veður, tá Google Streetview bilurin koyrdi á Toftum handan dagin, sigur hon.

Videolagið kann síggjast omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder