Mentan

Dánial Hoydal gevur út nýggja barnabók

Dánial Hoydal gevur í vikuni út barnabókina "Abbi og eg og abbi" um ein abba, sum er farin at gloyma

2021-06-02 16:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesi vikuni verður nýggj barnabók eftir Dánial Hoydal borin út í handlarnar. Bókin kallast "Abbi og eg og abbi", og hon snýr seg um at hava ein abba, ið broytist og er farin at gloyma.

Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt við vøkrum pappírsklippum. Bókin er til børn, sum eru umleið 4-7 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Á Mentanarnáttini 4. juni kl. 19 verður bókaframløga í Gamla Bókahandli við nýggju barnabókini hjá Dániali Hoydal.

Stjórin á Bókadeildini bjóðar vælkomin, høvundurin lesur upp úr bókini, og harumframt fer Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur og samskipari av Føroyar lesa, at hava eina samrøðu við høvundin.

Tiltakið er eitt samstarv millum H. N. Jacobsens Bókahandil, Bókadeildina, Føroyar lesa og Alzheimerfelagið.

Brot úr bókini:
”Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?”

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder