Danski rúmdarmaðurin Andreas Mogensen varð fyrr í morgun sendur út í rúmdina saman við einum toymi.
Kósin er sett móti Altjóða rúmdarstøðini (International Space Station), og tað verður við dananum sum ovasta.
Altjóða rúmdarstøðin er fyrsta rúmdarstøð, sum er eitt samstarv millum Russland, USA, Evropa og Japan.
Rúmdarstøðin var í sínari tíð gjørd við einum boðskapi um frið og samstarvi í rúmdini.
Rakettin varð send upp fyri einum tíma síðani, og ferðin tekur í alt 29 tímar.
Um eitt samdøgur ella so, kemur rúmdarfarið til Altjóða rúmdarstøðina, og har bíða ymsar uppgávur næstu seks mánaðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald