Uttanlands

Danir fara at innflyta 10.000 minkar

1. januar verður aftur loyvt at ala mink í Danmark, og fyrstu minkarnir koma úr Íslandi, Noregi, Spania, Póllandi og Finnlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-12-12 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri góðum tveimum árum síðani vórðu allir minkar í Danmark tiknir av døgum eftir boðum frá donsku stjórnini.

Orsøkin varð, at eitt nýtt koronufrábrigdi varð staðfest millum minkar í Norðurjútlandi, og stúrdu myndugleikarnir fyri, at djórini fóru at gerast orsøkin til eina størri smittuspjaðing.

Eitt fyribils forboð móti aling av minki varð eisini sett í verk av donsku stjórnini, og tað fer úr gildi 1. januar 2023. Í september boðaði Statens Serum Institut frá, at tað aftur varð mett forsvarligt at ala mink, og verður forboðið sostatt ikki longt.

13,5 milliónir minkar vórðu tiknir av døgum fyri tveimum árum síðani, og nakrir minkalarar ætla sær nú at byrja at ala mink aftur.

10.000 minkar verða innfluttir til Danmarkar í fyrsta umfari, harav 2.000 úr Íslandi. Minkar á gørðunum í Íslandi eru nevniliga ættaðir frá minkum, sum íslendingar influttu úr Danmark, og tað hevur stóran týdning, sigur fyrrverandi minkalari við DR.

Minkar verða eisini innfluttir úr Noregi, Spania, Póllandi og Finnlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder