Uttanlands

Danir keypa lutfalsliga mest vistfrøði av øllum

Marknaðarparturin hjá Danmark á hesum økinum var 12 prosent í 2022, vísir finans.dk á. Tá fall sølan av vistfrøðiligum mati í smásølu Evropa, men vøkstur hómast á økinum

2024-02-14 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danir liggja á odda - teir hava føraratroyggjuna - tá tað snýr seg um at keypa vistfrøðiligar matvørur.

Hetta vísir ein nýggj frágreiðing, sum er bygt á nýggjastu savnaðu alheimstølini frá 2022. Tað er finans.dk, ið leggur hetta fram í dag.

Sjóneykan hevur meira og meira verið sett á vistfrøði - økologi - í Danmark seinastu árini. Tølini vísa eisini, at tað er ein veruligur vøkstur í USA eisini. Nú stendur sora landið fyri vestan fyri yvir 40 prosentum av samlaða vistfrøðiliga marknaðinum.

Marknaðarparturin hjá Danmark á hesum økinum var 12 prosent í 2022, og var hetta bent omanfyri Eysturríki og Sveis sum hægst á listanum.

[object Object]

Mynd: finans.dk

Samlað var talan um eina lækking á tvey prosent í smásølu í Evropa, samanborið við undanfarna ár, men nøkur fesk tøl frá síðst í 2023 vísa á, at virið á vistfrøði er hækkandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder