Danmark slakar nú eitt lítið sindur aftur í strongu korona-avmarkingunum, sum hevur lagt so at siga alt virksemi stilt.
Fyri løtu síðani boðaði Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, frá, at stjórnin aftur fer at loyva teimum yngstu børnunum í skúla aftur.
Hetta hendir eftir at talið av smittutilburðum í Danmark er minkað munandi í januar, meðan allir skúlar og allir handlar, burtursæð frá matvøruhandlar og apotek, hava verið afturlatin.
Danski stjórnarleiðarin, Mette Frederiksen, boðaði longu í farnu viku frá, at tíðin skjótt var búgvin til at senda tey yngstu børnini í skúla aftur.
Samstundis, sum teir yngstu næmingarnir nú sleppa aftur í skúla og frítíðarskúa, verða eisini strong krøv sett til foreldur og onnur um at bera munnbind, tá tá heinta ella avlevera børnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald