Ein stórur meiriluti av dønum atkvøddu í gjár fyri at taka donsku ES-verjufyrivarnini av.
Tað var greitt eftir at atkvøðurnar frá fólkaatkvøðuni í gjár eru taldar upp.
66,9 prosent atkvøddu ja, meðan 33,1 prosent atkvøddu nei.
Hetta fegnaðist danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, um.
- Tá tað aftur verður kríggj í okkara parti av heiminum, kunnu vit ikki longur halda okkum neutral. Í kvøld hevur Danmark sent eini týdningarmikil boð til Putin og til okkara sameindu.
- Eg eri glað og errin Danmarkar vegna, segði Mette Frederiksen í gjárkvøldið.
Einans 65,8 prosent av teimum við valrætti greiddu atkvøðu í gjár. Bert eina ferð fyrr hevur valluttøkan verið lægri á eini ES-fólkaatkvøðu í Danmark. Tað var í 2014, tá fólkaatkvøða var um patentdómstólin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald