Uttanlands

Danir verða aftur meira avmarkaðir

Tað er ikki eins ógvusligt sum undan jólum í fjør, men nógv verður afturlatið næsta mánaðin, alkohol skal ikki skeinkjast eftir klokkan 22, maskur verða at síggja á nógvum støðum, og størri dentur skal leggjast á frástøðu

Metta Frederiksen og myndugleikarnir eru aftur komin við tiltøkum, fyri at tálma koronusmittuni (Mynd: EPA)

Metta Frederiksen og myndugleikarnir eru aftur komin við tiltøkum, fyri at tálma koronusmittuni (Mynd: EPA)

2021-12-17 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindafundur var tíðliga seinnapartin í Keypmannahavn, har kunngjørt varð, hvørjar nýggjar avmarkingar koma í gildi í Danmark sunnumorgunin. Tað er breið poltisk semja og semja í farsóttarbólkinum um hesar avmarkingarnar.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustýrinum og Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum Institut vóru øll inni á, at høgu smittutølini, Omikron-frábrigdið, veturin og tað at jólini savna nógv fólk alt er til stúran. Tað er serliga tey bæði fyrstu. Smittutølini seta í løtuni met hvønn dag - yvir 11.000 seinasta samdøgrið -  og omikron tilburðirnir vaksa skjótt. Trýstið á heilsuverkið er stórt, siga myndugleikarnir.

Tað er ikki sama støða sum um hesa tíðina í fjør varð borið fram; serliga orsakað av koppsetingunum. Tó er tað mett sum neyðugt at gera inntriv nú, og tað inniber millum annað hesi tingini: 

Vinnur og mentanarlig- frítíðartiltøki rakt: Støð sum Tivoli, spælilond, spælistøð, biografar, listasøvn, háskúlar o.s.fr skulu lata aftur

- Skeinkistøð: Skulu støðga við at skeinkja alkohol klokkan 22 og lata aftur klokkan 23. Skulu syrgja fyri, at møguleiki er fyri at halda stóra frástøðu  - tveir fermetrar fyri sitandi og fýra fermetrar um man stendir - hetta er eisini galdandi fyri matstøð. Starvsfólk skulu hava masku, um tey hava kontakt við kundar

- Maska og frástøða: Kravið um masku skal víðkast til at fevna um til dømis, tá ein fer eftir take-away ella til guðstænastu. Eisini skal møguleiki vera fyri at halda frástøðu í kirkjum, samkomum, innkeypshandlum og so framvegis.

TV2 hevur gjørt yvirlit yvir nýggju tiltøkini og avmarkingarnar, ið koma í gildi sunnudagin klokkan 08.

Hesi tiltøkini eru galdandi til 17. januar. Søren Brostrøm staðfesti, at danir í stóran mun kunnu halda jól sum vanigt - tó helst við færri fólki og størri frástøðu. Mælt varð eisini fólki til at koppseta seg (serliga fyrsta og triðja prik) og at kanna seg áðrenn jól, um tey koma í ein størri bólk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder