Uttanlands

Danir og hálvur føroyingur vunnu heimsins størstu Counter-Strike kapping

Umframt heiðurin vann liðið 3,3 milliónir krónur

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-04 11:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska Astralis vann í gjár heimsins størstu Counter-Strike kapping. Til kappingina IEM Katowice kappingina í Póllandi vann Astralis finaluna móti finsku ENCE.

Astralis vann 2-0 við sifrunum 16-11 og 16-4 móti ENCE, sum fyrr í kappingini høvdu sligið út bæði nummar 2 og 3 í heiminum. Men ENCE megnaði ikki at koppa heimsins besta Counter-Strike liði.

Millum teir fimm á Astralis liðinum er 23 ára gamli Lukas Egholm Rossander, sum er hálvur føroyingur.

Astralis hevur nú vunnið tríggjar majors, sum er met, skrivar DR. Við sigrinum í gjárkvøldið vann liðið eisini 3,3 milliónir krónur. Á hvørjum liði eru fimm spælarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder