Uttanlands

Danir ynskja Mette fram um Lars

Nú eru bert góðir hundrað dagar til fólkatingsval skal haldast í seinasta lagið

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2019-03-07 11:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkatingsvalið nærkast. Tað skal haldast innan 18. juni, og tað er um bert 102 dagar. Men enn hevur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, ikki almannakunngjørt nær hann ætlar, at valið skal haldast.

Tað er kanska orsaka av, at veljarakanningarnar ikki eru so vinarligar móti honum.

Jyllands-Posten og altinget.dk hava í dag kunngjørt eina veljarakanning, har Norstat hevur spurt 1.200 danir, hvønn tey helst vilja hava til forsætisráðharra, núverandi vinstramannin Lars Løkke Rasmussen ella Mette Frederiksen, forkvinnu fyri sosialdemokratiska flokkin.

Og Mette Frederiksen er munandi meira vælumtókt, enn sitandi forsætisráðharrin er. Mette hevur átt munin alla tíðina síðan hon tók yvir leiðsluni í danska javnaðarflokkinum. Nýggjasta veljarakanningin vísir, at 31 prosent vilja hava Mette Frederiksen til forsætisráðharra og bert 24 prosent ynskja Lars Løkke, meðan 28 prosent ynskja ”onkran annan”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder