Í gjárkvøldið varð ársins Geytavirðisløn handað í Norðurlandahúsinum, og var tað filmurin hjá Dánjal á Neystabø og Búa Dam, "Hví eru vit her?" sum gjørdist stóri vinnarin.
Umframt Geytan, varð eisini ein Áskoðaravirðisløn latin, og hana fekk Gudmund Helmsdal fyri filmin "Trøllabeiggi".
Geytavirðislønin á 35.000 krónur er stuðlað av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønin á 25.000 krónur er stuðlað av Tórshavnar kommunu.
Sambært Kringvarpinum, komu 20 filmar inn, og vórðu átta av temum vístir á Geytakvøldinum í gjár.
Filmarnir, sum vórðu í uppskoti vóru hesir:
Við fyrsta eygnabrá - Esther á Fjallinum
Verkir (1/3) - Theresa Jákupsdóttir & Karina Jákupsdóttir
Hví eru vit her? - Búi Dam & Dánjal á Neystabø
Ósøgd orð - Nóllywood 2019
Trøllabeiggi - Gudmund Helmsdal
The River - Atli Brix Kamban
Smoothie Baby - Nóllywood 2019
Vit/Kenslur - Nóllywood 2019
Í filmsnevndini vóru Birgir Kruse, form., Gunn Hernes, Jan B. Jørgensen, Ivan Niclasen, Ingibjørg Odmarsdóttir Petersen og Marjun Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald