Mentan

Dánjal fær ein møguleika afturat í X Factor

20 ára gamli føroyingurin var aftur á skíggjanum í kvøld

2019-02-15 20:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann sang seg víðari úr upptøkuroyndunum við trimum “ja” frá dómarunum, men síðani hava vit einki sæð til hann.

Ikki fyrr enn í kvøld, tá fyrsti partur av sonevnda “Bootcamp”, sum er síðsta stigið áðrenn beinleiðis sendingarnar, varð víst. Tá var 20 ára gamli Dánjal Lisberg úr Havn aftur at síggja á skíggjanum.

Hesaferð sum partur av samansettum bólki hjá Oh Land. Í kvøld sóu vit ikki so nógv til Dánjal, og hini bæði í bólkinum, men næsta fríggjakvøld verður greitt um tey sleppa víðari til beinleiðis sendingarnar.

25 ára gamla Rut Brend, sum býr á Viðareiði, sang seg eisini víðari frá upptøkuroyndunum, men kom ikki víðari til 5 Chair Challenge.

X Factor sæst á TV2 Play her (Hald krevst)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder