Eftir trúgva tænastu í 40 ár, hevur Regin Meyer Olsen takkað fyri seg á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Har hevur klaksvíkingurin - við stórum trúfesti og fakligum førleika verið ein týðandi partur av rakstrinum á sjúkrahúsinum, har hann hevur staðið á odda fyri maskin- og tekniskudeild.
![]()
Regin Meyer Olsen (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)
Avloysarin byrjaði í starvinum fyri einari viku síðani, 1. september.
Talan er um Dánjal Jákup Meinertsson, sum í síðstu viku tók við sum leiðari fyri maskin- og teknisku deild.
Klaksvíkar Sjúkrahús skrivar, at Dánjal Jákup hevur drúgvar royndir sum maskinstjóri á stórum frálandaskipum. Dánjal Jákup Meinertsson hevur seinastu árini starvast hjá Landsverki, har hann hevur samskipað tekniskt viðlíkahald og orkuumlegging av landsins bygningum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald