Til árliga hugnakvøldið hjá sløkkiliðsmonnunum hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði varð Dánjal Pauli Poulsen heiðraður. Hetta fyri at hava verið virkin í sløkkiliðinum í samfull 40 ár, harav seinastu 10 árini sum leiðari.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at Dánjal Pauli byrjaði hjá sløkkiliðinum í Miðvági 1. januar 1985, einans 18 ára gamal. Longu í 1989 varð hann valdur til varaleiðara, ella næstformann, sum tað æt tá, og hann var varaleiðari øll árini fram til 2015
- Heiðranin fór fram, tá sløkkiliðsmenn hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði hildu sín árliga jólafrokost, har starvsfelagarnir hjá Dánjal Paula kundu heiðra og takka honum fyri hansara trúfasta og týdningarmikla arbeiði ígjøgnum øll hesi árini. Kvøldið bar brá av góðum práti millum sløkkiliðsmenninar, har bæði fortíðin og framtíðin hjá sløkkiliðinum í Vága kommunu stóðu í miðdeplinum.
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu - og eisini sløkkiliðsmaður. Hann segði nøkur orð vegna kommununa, og sum tøkk fyri trúgva tænastu handaði hann Dánjal Paula eina gávu.
Sløkkiliðsleiðarin hevur ígjøgnum síni 40 ár verið ein drívmegi í menningini av virkseminum, bæði tá ið tað kemur til nýggja útgerð og í menningini av førleikunum hjá sløkkiliðsfólkunum.
Hann hevur verið við til at tryggja, at sløkkiliðið er væl fyrireikað at taka sær av teimum avbjóðingum, ið stinga seg upp, skrivar vaga.fo, sum takkar Dánjal Paula Poulsen fyri megnararbeiði og dirvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald