Uttanlands

Danmark: 49 ára gomul kvinna funnin deyð – maður undir illgruna fyri at hava koyrt á hana

Í gjárkvøldið boðaði løgreglan í Danmark frá, at ein 49 ára gomul kona er funnin deyð á einum vegjaðara. Í samband við málið er ein 29 ára gamal maður handtikin

Grundlógaravhoyring er á skránni í dag

Grundlógaravhoyring er á skránni í dag

2023-09-19 19:25 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár bleiv ein kona funnin lívelys á vegnum í økinum við Ringkøbing. Seinni lat hon lív.

Í samband við málið hevur løgreglan handtikið ein 29 ára gamlan mann. Løgreglan hevur illgrunað um, at maðurin tilvitaður hevur koyrt á kvinnuna. Maðurin bleiv eisini handtikin, fyri at hava flýggjað frá staðnum.

Hetta skrivar løgrelan í mið- og vesturjyllandi á sosialu miðlunum.

Sambært Ritzau, skal maðurin, eftir ætlan, í grundlógaryvirhoyring í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder