Ein 32 ára gamal maður, sum fyrr í hesum mánaðinum varð handtikin og skuldsettur fyri at hava burturflutt og neyðtikið eina 13 ára gamla gentu í býnum Kirkerup, er nú eisini skuldsettur fyri eitt dráp í 2016.
Tað boðaði danska løgreglan frá á tíðindafundi í dag, sambært donskum miðlum.
17 ára gamla Emilie Meng hvarv í býnum Korsør í juli 2016. Hon varð funnin deyð í desember sama árið uml. 60 kilometrar frá staðnum, har hon seinast varð sædd, og málið varð ongantíð loyst.
Maðurin, sum nú er vorðin skuldsettur í málinum, er eisini skuldsettur í einum máli um frælsistøku og neyðtøkuroynd frá november í fjør, har hann hótti eina unga kvinnu við knívi.
Málið um Emilie Meng er sjey ára gamalt, og løgreglan ásannaði, at slóðir í málinum kunnu verða farnar fyri skeytið, tí at løgreglan at byrja við gekk út frá, at talan ikki var um eitt brotsverk. Hetta kann hava viðvirkað til, at kanningararbeiðið gjørdist so umfatandi og drúgt.
32 ára gamli maðurin varð handtikin 17. apríl, og er hann varðhaldsfongslaður fram til 11. mai. Hann noktar seg sekan fyri drápið á Emilie Meng.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald