2020-03-08 13:40
Talið á dønum, sum hava fingið staðfest COVID-19 er nú komið upp á 35.
Hesum boðar heimasíðan hjá Styrelsen for Patientsikkerhed frá, sambært Ritzau.
Fríggjadagin var talið á fólki í Danmark, sum vóru smittaði 21, og sostatt eru 14 tilburðir afturat skrásettir um vikuskiftið.
Í løtuni eru 628 danir í sóttarhaldi. Fólk, sum eru í sóttarhaldi heima verða sum útgangsstøði roknað sum frísk, inntil annað er staðfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald