Uttanlands

Danmark: 90 tilburðir og eitt andlát seinasta samdøgrið

Seinastu fimm dagarnar eru færri enn 100 tilburðir skrásettir um dagin – fólk liggja ikki líka leingi á sjúkrahúsi, og deyðstíttleikin er lægri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-27 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan tykist at batna í Danmark. Seinasta samdøgrið vórðu 90 smittutilburðir skrásettir, upplýsir Statens Serum Institut.

Sostatt hevur Danmark nú havt færri enn 100 tilburðir um dagin seinastu fimm dagarnar. Ein koronasjúklingur er deyður seinasta samdøgrið.

Region Hovedstaden upplýsir eisini, sambært Ritzau, at koronasjúklingar nú verða innlagdir í einum stytri tíðarskeiði enn tá koronasmittan fyrst byrjaði at gera um seg í vár. Deyðstíttleikin millum sjúklingarnar er eisini nógv lægri.

– Vit eru vorðin klókari enn vit vóru í vár. Vit kunnu nú bjóða sjúklingum fleiri ymsar viðgerðir, sum ikki vórðu nýttar í byrjanuni av farsóttini, sigur Bjarne Ørskov Lindhardt, leiðandi yvirlækni á sjúkrahúsinum í Hvidovre.

Tølini í Danmark síggja í løtuni soleiðis út:

Skrásettir tilburðir: 16.627

Innløgd: 19 (ein á intensivu deild)

Deyð: 624

Kanningar gjørdar: 3.321.685

Fólk kannað: 1.629.993

Frísk: 14.763

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder