Flokkurin Radikale Venstre ynskir at seta nýggjan skatt á stroymingartænastur sum Netflix og HBO fyri at fíggja fleiri danskar sjónvarpsframleiðslur.
Hetta uppskotið kemur í sambandi við samráðingarnar um fíggjarlóg fyri komandi ár.
Radikale Venstre hevur skotið upp, at skatturin skal vera fimm prosent av haldarprísinum. Sostatt skulu eitt nú 4 krónur av teimum 79 krónunum, sum eitt bíligt hald hjá Netflix kostar, fara til danskan public service, skrivar DR.
Sambært útrokningum hjá flokkinum, fer hetta at geva gott 50 mió. krónur árliga.
Socialistisk Folkeparti og Enhedslisten stuðla uppskotinum. Eisini Danske Filmsinstruktører, sum er áhugafelagið hjá donskum filmsframleiðarum, fegnast um uppskotið.
ES-dómsstólurin gjørdi í mai greitt, at tað er loyvt at krevja gjald frá stroymingartænastum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald