Uttanlands

Danmark ber fram enn eitt nýtt umhvørvisátak

Danmark hevur í dag kunngjørt nýggja umhvørvisátakið á oddafundi í Dubai

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-10 16:21 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Fyri tveimum árum síðani stovnaðu Danmark ein bólk av londum, sum vilja víðari frá at framleiða olju og gas. Sokallaði bólkurin eitur BOGA, og stendur fyri Beyond Oil and Gas Alliance. 

Árið eftir varð ein umhvørvissamgonga sett í verk, sum hevði vindmyllur sum útgangsstøðið. 

Aftur í ár er ein nýggj stjørnustøða framleidd, sum bleiv kunngjørd á umhvørvisfundinum í Dubai í dag. Nýggja framleiðslan verður kallað GONE, og stendur fyri Group Of Negative Emitters. 

Endamálið við nýggja átakinum er at taka burtur fleiri vakstrarhúsgas frá lofthavinum, enn tey lata út. Hetta kann gerast við t.d. at planta skóg, ella at fanga gas frá luftini. 

Í fyrstu syftu eru Finland og Panama, sum taka undir við Danmark í hesum nýggja átaki. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder