Innanlands

Danmark brynjar seg móti russiskum ágangi

Sendir tvey tilbúgving F-16 jagaraflogfør til Bornholm

(Mynd: TV2/Bornholm)

(Mynd: TV2/Bornholm)

2022-02-08 09:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hernaðarliga trýstið úr Russlandi móti Ukreina er ein avbjóðing mótvegis trygdarpolitisku støðuni í Evropa, og tí hevur danska stjórnin gjørt av at herða sína hernaðarligu tilbúgving.

Tað boðar danska verjumálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

Tiltøkini umfata millum annað, at danska hernaðartilbúgvingin er styrkt, sum partur av styrktu Nato-tilbúgvingini.

Talan er um eina herdeild – bataljón – ið verður staðsett í Slagelse.

Danska afturvísingartilbúgvingin verður eisini styrkt við at seta tvey F-16 jagaraflogfør, klár at fara í stríð, “um tað verður mett at vera neyðugt”. Slíkt hevur fyrr verið gjørt, tá russiskt loftvirksemi hevur verið nærhendis danskt loftrúm, skrivar verjumálaráðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder