Uttanlands

Danmark dømt við dómstólin hjá ES

ES hevur í dag staðfest, at Danmark breyt lógina um familjusameining, tá eitt turkiskt par varð noktað hesum í 2010

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2019-07-10 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dómstólurin hjá ES hevur í dag dømt Danmark í málinum viðvíkjandi einum turkiskum parið, sum í 2010 fekk noktað familjusamanføring. Hetta skrivar TV2. Maðurin búði í Danmark, og ynksti at fáa konuna til Danmarkar, men hon fekk ikki uppihalds- og arbeiðsloyvi. Hendan avgerðin var tikin í tráð við táverandi krøvini um tilknýti, ið snúði seg um, at eitt gift par samanlagt skuldi hava størri tilknýti til Danmark enn til annað land fyri at fáa samanføring, og har fleiri krøv skuldi uppfyllast enn talan er um nú.

Maðurin í sakini kærdi avgerðina, og av tí at Eystari Landsrættur var í iva, varð spurningurin í fjør sendur víðari til dómstólin til ES. Ivamálið var um tulkingina hjá ES á hesum økinum.

Sambært løgfrøðingum kann hetta fáa stóra ávirkan á útlendingapolitikkin hjá Danmark, og tað kann føra til at ein rúgva av málum verða tiknar uppaftur. TV2 skrivar, at frá 2004 til 2015 eru meira enn 14.000 mál sum endaðu við, at familjusamanføring er noktað. Nú eitt mál er umstoytt, kann tað lata upp fyri meira. EU hevur greiðar reglugerðir um mannarættindi og mismun, og um ein turkisk familja fær samanføring, letur hetta upp fyri, at familjur úr øðrum londum kunnu kæra. Hetta váttaði Útlendingamálaráðið í fjør, eftir at málið varð sent til ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder