Uttanlands

Danmark: Eitt prosent av fólkinum hevur fingið báðar koppsetingarnar

1,02 prosent, ella 61.019 persónar, hava nú fingið bæði fyrru og seinnu koppseting

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-30 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hevur beint omanfyri eitt prosent av fólkinum fingið báðar koppsetingarnar.

Heilt nágreiniliga hava 1,02 prosent – 61.019 persónar – nú fingið bæði fyrru og seinnu koppsetingina, vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.

124.550 persónar afturat hava fingið fyrru koppsetingina men mangla enn ta seinnu.

Danmark byrjaði at koppseta 27. desember, og higartil hevur Danmark brúkt koppingarevni hjá Pfizer og BioNTech umframt koppingarevni hjá Moderna. Koppingarevnið hjá AstraZeneca, sum í gjár varð góðkent av ES, kemur væntandi eisini til Danmarkar í aðru viku av februar.

Í Føroyum, har byrjað varð at koppseta 30. desember, hava nærum 4.000 persónar – 7,5 prosent av fólkinum – fingið fyrru koppsetingina, meðan bert ein persónur er liðugt koppsettur, vísa tølini hjá corona.fo, sum vórðu dagførd í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder