Í danska høvuðsstaðarøkinum eru tvey heilsustarvsfólk vorðin innløgd minni enn tvær vikur eftir, at tey vórðu koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca.
Bæði høvdu upplivað álvarsom hjáárin, og tann eini persónurin er nú deyður, skrivar Jyllands-Posten.
Tey bæði heilsustarvsfólkini vórðu innløgd við ávikavíst blóðtøppi í heilanum og heilabløðing, og hesi eyðkenni geva illgruna um, at talan er um hjáárin av koronakopsetingini. Málið verður nú kannað av danska heilivágsstýrinum.
Danmark er millum tey londini, sum fyribils eru givin at koppseta við AstraZeneca. Danmark boðaði 11. mars frá, at tey ikki fóru at brúka hetta koppingarevnið komandi 14 dagarnar, eftir at ein 60 ára gomul kvinna í Danmark andaðist sjey dagar eftir koppseting.
Evropeiski heilivágsmyndugleikin, EMA hevur annars sagt, at koppingarevnið er trygt at brúka, og tí eru fleiri lond eisini byrjað at koppseta við AstraZeneca aftur. Danmark er tó ikki millum teirra. Har verður støðan eftirmett 25. mars.
Les eisini: Koppseting við AstraZeneca tikin uppaftur í fleiri evropeiskum londum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald