Uttanlands

Danmark er dýrasta landið í ES

Tað vísir ein frágreiðing hjá Eurostat – Bíligastu ES-londini eru Bulgaria og Rumenia

Mynd: Colourbox

Mynd: Colourbox

2020-06-21 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein frágreiðing frá hagstovuni Eurostat vísir, at Danmark er dýrasta landið í ES.

Eitt nú eru prísirnir á mati, alkoholi og tubakk 40 prosent dýrari í Danmark enn miðalprísirnir í teimum 27 ES-londunum, skrivar Ritzau.

Tey bíligastu ES-londini eru Bulgaria og Rumenia. Bæði londini eru tríggjar ferðir bíligari enn Danmark.

Eisini matur og drekka uttan alkohol er dýrast í Danmark – 29 prosent dýrari enn miðal. Sveis hevur tó dýrastu prísirnir í Evropa, men landið er ikki limur í ES. Tað bíligasta staðið at keypa mat og drekka er Rumenia.

Danmark er eisini tað dýrasta staðið í ES tá tað snýr seg um klæðir og skógvar (32 prosent dýrari enn miðal), akfør (38 prosent), frítíðarítriv og mentan (48 prosent), og matstovur og gistingarhús (56 prosent).

Matstovur og gistingarhús í Bulgaria eru tríggjar ferðir so bílig sum í Danmark.

Tó er tað ikki alt, sum er dýrast í Danmark. Eitt nú er alkohol og tubakk dýrari í Írlandi, og bústaðarprísirnir eru hægri í Írlandi, Stórabretlandi (tølini eru frá áðrenn Stórabretland fór úr ES), og Luksemborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder