Danska heilsustýrið hevur nú mælt til, at børn millum fimm og 11 ár eisini skulu koppsetast fyri koronu, og longu fríggjadagin fingu 135.000 donsk børn í hesum aldursbólkinum tilboð um koppseting.
Tað verða tey 10 og 11 ára gomlu, sum sleppa framat fyrst. Síðani fáa tey í aldrinum sjey til níggju ár tilboð um koppseting, og síðani tey fimm og seks ára gomlu.
Børnini verða koppsett við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, og tey fyrstu børnini kunnu verða koppsett longu í morgin, sunnudagin.
Í Danmark eru 431.256 børn í aldrinum fimm til 11 ár. Danska heilsustýrið hevur einki mál fyri, hvussu stórur partur av hesum aldursbólkinum skal koppsetast, men Helene Probst, varastjóri sigur, sambært Ritzau, at tað hevði verið gott, um mann kom upp á 70 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald