Uttanlands

Danmark fer at lata upp fyri fleiri londum

27. juni letur Danmark upp fyri ferðing til og úr øllum ES- og Schengen-londum – Svøríki og Portugal undantikin

Langar bíðirøðir vóru við markaliðini, tá tað aftur gjørdist frítt at ferðast millum Danmark og Týskland. Nú fer Danmark at lata enn meira upp (Mynd: EPA)

Langar bíðirøðir vóru við markaliðini, tá tað aftur gjørdist frítt at ferðast millum Danmark og Týskland. Nú fer Danmark at lata enn meira upp (Mynd: EPA)

2020-06-18 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um eina góða viku fer Danmark at lata upp fyri ferðandi til og úr nógv fleiri londum. Tað upplýstu Jeppa Kofod uttanríkisráðharri og Nick Hækkerup løgmálaráðharri í dag.

Talan er um ávís ES-lond, Schengen-økið og Stórabretland, skrivar dr.dk.

Tað verða tó settar ávísar treyr fyri at lata upp fyri ferðing millum londini. Ítøkiliga snýr tað seg um, at talið av smittaðum skal liggja á einum lagum støði. Harumframt verður sett krøv til hvussu viðkomandi land fremur sínar testir.

Skipanin hjá donsku stjórnini sigur, at latast kann upp fyri einum landi, um tað hevur undir 20 smittað pr. 100.000 borgarar um vikuna, skrivar uttanríkisráðið í eini fráboðan.

Er fyrst latið upp fyri einum landi, so verður støðið fyri nær tað aftur verður stongt fyri ferðandi til og úr hesum landi sett til 30 smittað pr. 100.000 borgarar.

Latið verður upp fyri hesum londum frá leygardegnum 27. juni at rokna.

Men noktað verður framvegis fyri ferðum til og úr Svøríki og Portugal, sigur Nick Hækkerup.

Svøríki er hevur 75,7 smittað pr. 100.00 meðan Portugal liggur beint oman fyri 20 smittað pr. 100.000 borgarar. Øll hini ES- og Schengen-londini liggja langt undir 20, sambært dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder