Uttanlands

Danmark: Fingu bót fyri ikki at brúka munnbind

Leygardagin kom nýggja kunngerðin um munnbind í almennu samferðsluni í gildi, og tá var ein, ið fekk bót á tokstøðini í Odense, og tað sama hendi á tokstøðini í Næstved í morgun

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-08-23 13:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, leygardagin 22. august, kom nýggja kunngerðin í gildi, sum ásetti krav um, at øll yvir 12 ár skulu brúka munnbind, tá tey ferðast við almennu samferðsluni í Danmark.

Á fyrsta degi varð ein, ið fekk bót fyri at bróta kunngerðina.

Talan er, sambært Ritzau, um ein 24 ára gamlan mann úr Vejle, sum noktaði at brúka munnbind á tokstøðini í Odense í gjárkvøldið. Hóast maðurin fleiri ferðir varð biðin um at fáa sær munnbind á, endaði tað við, at ringt varð til løgregluna.

Maðurin varð skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðina, og tað fær hann 2.500 krónur í bót fyri.

Fyrrapartin í dag fekk ein 47 ára gomul kvinna eisini bót, tá hon noktaði at brúka munnbind í tokinum. Starvsfólk hjá DSB heittu á hana um at lata seg í munnbind, men tað noktaði hon. Tá starvsfólkini síðani bóðu hana fara av tokinum, varð kvinnan sitandi, og tí varð løgreglan boðsend stutt fyri klokkan tíggju í morgun danska tíð.

Tá kvinnan fór av tokinum í Næstved, tók løgreglan ímóti henni á tokstøðini, og fekk hon eisini eina bót á 2.500 krónur, skrivar Ekstrabladet.

Nýggja kunngerðin, ið kann lesast her, er í fyribils galdandi til 31. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder