Uttanlands

Danmark flytir inn indarar og filipsoyingar til heilsuverkið

Tað er tørvur á starvsfólki í danska heilsuverkinum og eldrarøktini. Politisk avtala er gjørd um at bjóða túsund útlendingum starv

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2024-01-24 11:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark fer nú at flyta inn útlendska arbeiðsmegi til at taka sær av átroðkandi uppgávum, serliga á heilsu- og eldraøkinum.

Danska stjórnin er í dag komin ásamt við ein meiriluta á fólkatingi um eina avtalu hesum viðvíkjandi, skrivar Danmarks Radio.

Tað er stórur tørvur á starvsfólkum í eldrarøktini og heilsuverkinum, bæði nú og framyvir, og tað skal henda nýggja avtalan bøta um.

Avtalan merkir, at tað gerst lættari hjá heilsustarvsfólki, sokallaðum ‘sosu-hjálparum’, at sleppa til Danmarkar, um arbeiði er at fáa.

Flokkarnir eru samdir um eina kvotu, so avtalan verður galdandi fyri 1.000 ‘sosu-hjálparar’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder